Tíðirnar broytast samstundis við okkara kunnleika um okkara viðkvomu verð, og allir teir smáu, men umráðandi smálutirnir, ið eru týdningarmiklir, so at øll okkara viðkvæma vistfrøðiliga skipan skal virka.
Tað er, at vit, sum búgva á jørðini, skilja spakuliga men fullvís, at vit mugu varða av okkara verð, so at vit sleppa frá vistfrøðiligum vanlukkum í framtíðini. Tey seinnu árini eru vit farin undir víðfevnd tiltøk til tess at minka tær skaðiligu avleiðingarnar av útláti, burturkasti og aðrari dálking av náttúruni.
Vit hava til dømis broytt atferð í sambandi við ”brúka og blaka burtur”-hugburðinum, sum tey flestu høvdu bara fyri fáum árum síðan.
Nú hava vit fingið okkum kelduskiljing, pappírinnsavnan, móttøkustøðir til kemiskt burturkast og pakkitilfar, ið kann brúkast til djórafóður (tað vistu tit kanska ikki).
Vit hava minni umhvørvishættisligar brennistøðir, vit gera minni dálkandi orku, og soleiðis kundu vit hildið fram eina góða løtu afturat.
Tað, sum vit harafturímóti ikki eru so røsk at ansa eftir enn, er dálkingin av tí týdningarmesta, júst okkara dýrabara støðið undir øllum lívi, nevnliga vatnið.
Vit skola vaskivatnið við sápu og kemikalium beint út í vaskið, og sostatt út í áir og veitir, ið síðani endar á sjónum.
Hetta er atvoldin til dálking á síni ferð og oyðileggur føðslustøðið undir øllum livandi har.
Sagt verður at vit í dag brúka umhvørvisgóða sápu við svanamerking og borgan fyri, at hon skal vera sera umhvørvisgóð, men kortini hava mong stórar trupulleikar við orðføringini umhvørvisgóð sápa.
Tað man ivaleyst vera staðfest, at alt, sum verður koyrt í vatn, ger vatnið minni reint. Tað er, at koyra vit sápu í vatnið, verður tað meira og minni dálkað.
Koyra vit sápu í eitt akvarium, og fiskurin trívist, má sápan vera umhvørvisgóð, men liggur fiskurin við búkinum uppeftir, flotnar og doyr, má grundin vera tann, at sápan var umhvørvishættislig.
Hvat heldur tú fer at henda við fiskinum? Nei, nú má vera tíð uppá, at vit gevast at brúka orðføringina ”umhvørvisgóð sápa”.
Tað er væl skiljandi, at vit hava brúkt sápu til henda dag. Tað er tí, at vit hava ikki havt annað í at velja. Men nú er stundin komin til at broyta hugburð um hetta eisini, tí vit fáa eitt líka gott, um ikki betri úrslit við at brúka reingeringartevjur.
Hesar tevjur hava førleikan til at taka burtur yvirflatuspenningin í vatninum eina lítla løtu, men nóg leingi til at vatnið kann blandast við skitt og feitt. Tað er júst tað sama, sum sápan ger. Tí er ikki sápan, ið loysir upp skitt og feitt, tað er vatnið, nú yvirflatuspenningurin er brotin. (Tú kanst jú royna av vaska við einum klumpi av grønsápu við ongum vatni).
Tað eru mong ymisk sløg av sápu til ymisk sløg av reingerð. Eitt sápuslag til gólvvask, eitt til uppvask og eitt til vindeygu. Tað sama kann sigast um reingeringartevjur, eitt slag av tevjum til gólv, eitt til køkin, tað vedst um, hvussu skitið tað er, hvussu nógv feitt er, ella hvussu fast tað situr. Og sjálvandi hvussu harligar tevjurnar kunnu vera móti undirlagnum.
Tað eru fleiri fyrimunir við at brúka reingeringartevjur, eitt nú at tú leggur onga sápu eftir teg, tú reinsar betur niður í poknurnar í vaskiflatuni, og tær nýtist ikki heitt vatn.
Nú alt hetta er sagt, fer onkur at hugsa: hvat við tí fríska anganum av reinleika, ið kemst av sápu?
Hetta er einki annað enn gykl. Tú heldur, at tað angar so reint, men veruleikin er, at tað luktar av kemikalium.
Hugs tær at tú gongur upp á ein fjallatind við ótrúligum útsýni og vakrari náttúru, og tað luktar av sápu. Helst hevði tú hugsað, at her luktar av dálking.
Tá ið tú ert heima, og tað angar reint, skal tað anga natúrligt. Bjørk skal lukta av bjørk og fura av furu, ikki sápu við blomsturanga.
Brúkar tú sápu, leggur hon støði undir bakteriuvøkstur, tí bakteriur trívast í feitti, og høvuðsevnið í sápu er feitt.
Er ikki vaskað í nakrar dagar fer at lukta, og tú noyðist at gera reint aftur.
Tað er prógvað, at tað er skjótari, lættari og bíligari at gera reint við tevjum, umframt at úrslitið verður betri.
Brúkar tú ENJO-tilfar, fært tú prógvið alt fyri eitt. Tað er skjótari og bíligari, og ENJO verjir umhvørvið. Og júst tað er tað týdningarmesta. |